Foreldraráðið Spírin 0

Málið um Spíran

Foreldraráðið Spírin 0 Comments
69 signers. Almost there! Add your voice!
87%
Maxine K. signed just now
Adam B. signed just now

Nú er ovboðið!

Heili fýra fólk, ið starvast á Korndalsgarði hava sagt seg úr starvi. Trý av teimum arbeiða í Spíranum, sum er frítíðarskúlin, ið heldur til uppi í skúla. Og so leiðarin, sum hevur sætið í barnagarðinum.

Mánakvøldið 24. juni 2019 var borgarstjórin, Jógvan í Skorini, í tíðindunum og segði, at orsøkin til, at hesi fýra starvsfólkini hava sagt upp er, at hølisviðurskiftini ikki eru í lagi. Samstundis segði hann, at kommunan í longri tíð hevur vitað av hesum, og hevur roynt at gjørt okkurt við støðuna. Hesum eru vit ikki ósamd í, men vegna tagnarskyldu hjá øllum pørtum, er tað tó ringt at fáa greiðu á, hvat veruliga hevur gingið fyri seg. Tí hettar snýr seg ikki bara um sjálvi hølini, so mikið hava vit fingið greiðu á.

Umstøðurnar hjá frítíðarskúlanum eru soleiðis:

- Øll børnini og starvsfólkini, 26 í tali, eru í einari skúlastovu, sum er avbyrgd frá restini av skúlanum.

- Hølið er nær við tónleikaskúlan, og tað merkir, at tey verða øll flutt hvønn fríggjadag, tá venjing er, vegna ov nógv órógv fyri tónleikaskúlan.

- Tey verða tá flutt inn í køkin í skúlanum. Onkutíð við atgongd til ítrottarhøllina.

- Køkurin hevur ongar leikur, so tey mugu tí bera tær ímillum hølini hvørjaferð.

- Fyri ikki at órógva skúlagongdina, sleppa børnini ikki at súkkla í garðinum, fyrr enn skúlin er liðugur um 15 tíðina.

- Øll 23 børnini deila eitt vesi.

- Tey hava sum heild alt ov lítið pláss. Hetta er serliga átrokandi vetrarmánaðirnar, tá veðrið er illfýsið og ringt er at vera úti.

Onkrir aðrir møguleikar eru eisini. T.d. kunnu børnini onkuntíð fara inn í onnur hølir, men ongantíð uttan onkursvegna at vera til ónáðir fyri onkran. Foreldur hava klagað, bæði til kommununa og til Mentamálaráðið. Niðurstøðan hjá Mentamálaráðnum var, at øll brunatrygd og onnur krøv vórðu møtt, men at umstøðurnar vóru á lægsta hugsandi stigi. Kommunan hevur enn ikki svarað.

Í útvarpinum 24. juni 2019 segði borgarstjórin, at tað var leiðslan í Korndalsgarðinum, ið ynskti at fáa frítíðarskúlan niðan í skúlan. Men hesum eru partarnir ósamdir í. Vit hava havt samband við undanfarnu leiðarar, og hava tær váttað fyri okkum, at tey blivu koyrd niðan í skúlan av kommununi, uttan at verða eftirspurd. Eisini váttaðu tær, at bæði skúlin og tónleikaskúlin mótmæltu tá, men fyri deyvum oyrum. Eftirsum at lovað var av borgarstjóranum, at viðurskiftini uppi í skúla bert vóru fyribils, og at tey blivu flutt oman í Hólmahúsið so skjótt tað stóð klárt, so bleiv ikki meira gjørt við málið. Hólmahúsið bleiv tó tikið alment í nýtslu 17. Mars 2018, men enn er Spírin heimleysur, og tað hevur hann verið í øll tey 16 árini, hann hevur verið til.

Sum skilst, so hava starvsfólkini í frítíðarskúlanum ferð eftir ferð gjørt vart við hølis trupulleikan. Nøkur av børnunum megna als ikki at verða har, vegna frustratiónir, manglandi rúm og áhaldandi broytingar í hølisviðurskiftunum. Onnur sita og halda sær fyri oyrini av øllum larminum, men hava onki stað at trekkja seg burtur. Hettar eru børn millum 6 og 10 ár, og aftaná summarfrítíðina hækkar talið upp á 32 børn! Og starvsfólkini hava verið sum lús millum negl, tí meðan tey ikki skulu órógva tónleikaskúlan, og ikki skulu fylla ov nógv og órógva fólkaskúlan, so skulu tey heldur ikki gremja seg fyri kommununi, men bara fáa puslispælið at ganga upp - eru boðini frá borgarstjóranum. So í stuttum, hava tey arbeitt á einum arbeiðsplássi, har tey eru óynskt frá fleiri síðum. Og nú eru tey farin. Øll fýra eru sjúkameldaði, og sostatt er ongin frítíðarskúli restina av skúlaárinum 18/19.

Men her steðgar trupulleikin ikki!

Tí Korndalsgarður stendur nú uttan ein leiðara. Ein leiðara, sum hevur gjørt eitt einastandandi arbeiði á stovninum, á fleiri ymiskum økjum. Stovnurin er nógv betri innrættaður, har eru komnar fleiri avbjóðingar til børnini, so sum rimar, reiggjur, tog og pútur. Starvsfólkini tykjast glaðari og stovnurin er betur samansjóðaður. Og tey børnini, ið krevja nakað meira, hava endiliga fingið hjálp. Men nú er leiðarin farin, og hvør kemur í hennara stað? Hvør orkar hettar stríðið? Sum støðan er nú, hava fleiri onnur starvsfólk á stovninum gjørt greitt, at um kommunan ikki tekur seg um reiggj og fær rættlag í tingini, so fara tey sama veg sum hini fýra. Hvat gera vit, sum foreldur tá? Tað er gravgangur eftir námsfrøðingum um alt landið. Hví skal nakar tíma, at koma her at arbeiða í hesum óskilinum, við einum bygdaráðið, ið hvørki er til at høgga ella stinga í?

Fleiri foreldur eru, ið halda at leiðarin, og starvsfólkini sum heild, áttu at havt kunnað betur um viðurskiftini. Møguliga hevði støðan ikki verði sum hon er, um kunning á økinum var betur handfarin. Og nakað av sannleika kann eisini vera í tí. Men vit sum foreldur eiga eisini ein part av ábyrgdini, og eiga vit eisini at taka í egnan barm. Kanska áttu vit at verði raskari, og sent enn fleiri klagur inn til kommununa, soleiðis at námsfrøðingarnir ikki føldu seg einsamallar í óskilinum. Vit áttu at havt verið betri til at lurta eftir starvsfólkunum, soleiðis at vit kanska høvdu fingið eina greiðari mynd fyrr, og á tann hátt forðað fyri at tað kom so langt. Men hent er hent, og vit mugu bara taka um rygg og lova at vera betur framyvir. Og vit byrja longu nú, tí nú tiga vit ikki meira.

Alt hettar er ikki skrivað niður uttan endamál! Tað er skrivað niður, fyri at kunna bygdafólkið um, hvat veruliga gongur fyri seg í bygdini. Hvat veruliga gongur fyri seg í lívinum hjá børnum okkara. Bygdaráðið breggjar sær av, at fyrst og fremst hugsa um trivna í bygdini. At hava daglig dagin hjá familjuni sum høvuðsendamál, við t.d. at lækka barnagarðsgjaldið. Samstundis eru fýra starvsfólk, ið øll hava munnar at metta heima, so niðurkoyrd av kommununi, at tey sóu onga aðra loysn enn at siga seg úr starvi. Og leiðarin ið sat til 2017 hevur gjørt greitt, at eisini hon fór, vegna manglandi arbeiðssemi og virðing frá bygdaráðnum.

Og nú rópa vit varskó!

Vit krevja:

- At kommunan setir børn og ung á fíggjarætlanina fyri 2020 (og framyvir)

- eina varandi loysn fyri frítíðarskúlan, sum nøktar allar tørvir frá 6 til 10 ár.

- spildurnýggj hølir, við øllum hugsandi hentleikum, og sum væl og virðiliga skulu lúka øll krøv.

- at hølini skulu rúma minst 40 børnum, við møguleika fyri fleiri.

- at Korndalsgarður fær fíggjarligt rásarúm. Soleiðis at børn við serligum tørvi ikki detta burtur ímillum.

- at foreldraráðið skal vera við til hvønn fund millum sitandi bygdaráð og dagstovnin, fyri at hava eftirlit við, at alt fer rætt fram. Mentamálaráðið hevur váttað, at hettar kann lata seg gera.

- at bygdaráðið vísir virðing fyri øllum starvsfólkunum, ið vara av okkara børnum.

- at okkara skattakrónur veruliga fara til barnafamiljur!

Tá tað ber til at rúma nógvum av hesum í øðrum kommunum, har barnagarðsgjaldið onkrastaðni er ókeypis! So ber tað eisini til her.

Ongin í bygdaráðnum er hægri enn fólkaræðið! Tit eru vald inn í bygdaráðið av okkum, og skulu tit ongantíð gloyma, hvør hevur sett tykkum har.

Vegna foreldrini

Foreldraráðið fyri dagstovnin Korndalsgarð og frítíðarskúlan Spíran

Share for Success

Comment

69

Signatures