Viðvíkjandi tí sokallaða “húsinum millum Vatna”
Foreldraráðið Spírin 0

Viðvíkjandi tí sokallaða “húsinum millum Vatna”

Foreldraráðið Spírin 0 Comments
12 people have signed. Add your voice!
8%
Maxine K. signed just now
Adam B. signed just now

Í útvið 19 ár er frítíðarskúlin Spírin blivin forsømdur. Antin hevur hann verið heimleysur, ella eru lappaloysnir gjørdar. Men seinastu trý árini hava fakfólk, foreldraráðið og umboð fyri eldraráðið í Eiðisstovu verið við til at seta dám á endaligu projekteringina av nýggja húsinum, sum skal húsa m.a. Spíranum og Eiðisstovu. Fyri einum ári síðani varð ætlanin løgd fram fyri foreldrum í barnagarðinum og Spíranum, umframt at tað hevur verið frammi á tveimum almennum bygdaráðsfundum. Væntað var, at byggingin skuldi fara í gongd tíðliga í 2024. Hetta er sum kunnugt ikki hent.

Vit vilja við hesum skrivið vísa á, at tað er ynski borgarans og hjá teimum, sum fara at vara av húsinum, at sitandi og komandi bygdaráð arbeiða fyri at gongd kemur á byggingina skjótast gjørligt. Samstundis er ynskið, at hildið verður á við verkætlanini, soleiðis sum hon bleiv løgd fram nú í heyst. Arbeiðsbólkar, ið fara at brúka og vara av húsinum hava arbeitt gjølla og miðvíst við uppskotinum og lagt fram ynskir og tørvir, sum vit fegnast um, eru gingin á møti.

Brúkstørvurin er týðiligur! Frítíðarskúlin Spírin hevur verið forsømdur í áravís, og nú er tíðin komin at veita honum tær bestu sømdirnar, og sokallaða “Húsið millum Vatna” er avgjørt besta boðið uppá tað. Eisini skal húsið brúkast av teimum eldru í Eiðisstovu, sum ungdómshús, og samstundis skal tað kunna nýtast til ymiskt handaligt, handverk, tónleik og list. Fleiri nýtslutørvir verða tískil nøktaðir í einum og sama bygningi, og sum flest øll hava fingið við, so er talið av aldrandi fólki vaksandi, og sostatt er verandi Eiðisstova skjótt ov lítil – umframt at hon treingir til viðlíkahald.

Sólorka verður eftir ætlan tann primera orkukeldan til húsið. Hon kemur at geva so stórt avkast, at tað kann hita allan barnagarðin, umframt tvær løðistøðir til el-bilar. Nýggjastu útrokningarnar vísa, at húsið fær 55 túsund kw, men brúkar bert 28 túsund kw, og sostatt kann restin brúkast til barnagarðin. Hetta merkir, at barnagarðurin verður munandi bíligari at reka, samstundis sum at skift verður um til grøna orkukeldu.

Fíggjarliga er Eiðis kommuna sera væl fyri! Inni á hagstova.fo kann lesast, at Eiði, Svínáir og Ljósá eru ein kommuna við tils. 784 íbúgvum, ið mest sum onga skuld hevur. M.a. sæst, at nettoskuldin pr. íbúgva er 1.787 kr. Til samanberingar síggja vit, at nærum allar kommunurnar, sum vit kunnu samanlíkna okkum við, liggja á eini skuld pr íbúgva í millum 12.000-40.000. Hetta merkir als ikki, at tær kommunurnar eru fátækar! Hetta merkir, at kapitalurin liggur aðrastaðni. Hann liggur í menning og trivnaði! Hetta eru kommunur, har tær ungu familjurnar vilja seta búgv, og har skulu vit sjálvsagt eisini verða við.

KOMIÐ TÍ OG BYGGIÐ OKKARA LOYSN TIL OKKARA TØRV!

Ein spard króna er ikki altíð ein vunnin króna, tí mangan hevur tað víst seg at gerast sera dýrt at "spara" eina góða loysn burtur.

Afturat tí at kommunan er væl fyri, og tí kann unna sær at byggja hetta stóra hús, so skal man eisini minnast, at nýggja húsið gevur eisini rúm fyri, at teir bygningar, ið áður verða nýttir kunnu seljast, og harvið fær kommunan nakað væl inn aftur. Hetta kann merkja, at nýggjar familjur sleppa framat at húsunum/grundstykkinum, og soleiðis kann fólkatalið eisini vaksa. VINN-VINN!

Ert tú samd(ur) við hesum skrivið, so fara vit at biðja teg skriva títt navn niðanfyri, og á tann hátt vónandi gera tína rødd galdandi:

Share for Success

Comment

12

Signatures